Skúlin møtir barninum, har tað er menningarliga. Skúlin virkar fyri, at barnið, gjøgnum hóskandi virksemi í einum stimbrandi og tryggum umhvørvi, mennist og lærir og upplivir gleði í skúladegnum. Skúlin leggur dent á at skapa ein felagsskap, ið er merktur av virðing og umsorgan fyri hvørjum øðrum.